Á nýggja Havnarvegnum er bara loyvt at koyra 60, men her er gott at koyra, so tað hendur seg, at bilførarar verða freistaðir.
Í gjár varð ein bilførari tikin og hann koyrdi heilar 91 kilometrar um tíman á Havnarvegnum. Og tað er so skjótt, at bilførarin missur koyrikortið.