Ongi úrslit

Krabbamein hjá yngri fólki: 12 av 18 sløgum gerast vanligari

Nýggj norðurlendsk gransking vísir, at fleiri sløg av krabbameini gerast munandi vanligari hjá fólki undir 50 ár. Føroysk tøl eru eisini við.

© Heilsustýrið,
Krabbamein rakar ikki bara eldri fólk. Nýggj norðurlendsk gransking vísir, at fleiri krabbameinssløg gerast vanligari hjá yngri fólki. Enn er óvist, um sama gongd er í Føroyum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Títtleikin av 12 av 18 kannaðum krabbameinssløgum er øktur munandi hjá fólki millum 20 og 49 ár í Norðurlondum. Tað vísir nýggj gransking, sum byggir á tøl frá 2003 til 2022.

Størsta metta økingin er í skjaldkertilskrabba, har títtleikin er vaksin 3,8 prosent um árið.

Tjúktarmskrabbi og nýrakrabbi eru eisini vorðin vanligari. Árliga økingin er mett til 2,7 prosent fyri bæði krabbameinssløgini.

Eisini eru bróstkrabbi, endatarmskrabbi og fleiri onnur krabbameinssløg vorðin vanligari hjá yngri fólki.

Óvist um sama gongd er í Føroyum

Føroysk tøl eru við í granskingini, men tey eru ov smá til at staðfesta, um gongdin er tann sama her.

– Størri hagfrøðilig óvissa er knýtt at føroysku tølunum, tí tey eru so smá, sigur Elna Dam Dahl-Olsen úr Heilsustýrinum.

Granskararnir vita enn ikki, hví fleiri krabbameinssløg gerast vanligari hjá yngri fólki. Yvirvekt, lívsstílur og betri kanningarhættir kunnu hava týdning.

Granskingin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum The Lancet Regional Health – Europe.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54