Ongi úrslit

Kristin í Iran undir trýsti: Iranskur fyrilestrarhaldari vitjar Vesturkirkjuna

Dariush Golbaghi fer leygarkvøldið at greiða frá støðuni hjá kristnum í Iran og arbeiðinum millum kristin í landinum.

© Fólkakirkjan.
Iranski Dariush Golbaghi heldur í kvøld klokkan 19 fyrilestur í Vesturkirkjuni.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Iranski Dariush Golbaghi heldur í kvøld klokkan 19 fyrilestur í Vesturkirkjuni um støðuna hjá kristnum í Iran. Hann arbeiðir millum kristin í heimlandinum og kennir sambært fyriskiparunum væl viðurskiftini hjá teimum.

Í fráboðanini verður sagt, at áhugin fyri kristnari trúgv er stórur í Iran, og at nógvir muslimar hava tikið við kristnari trúgv. Vesturkirkjan fær vitjan úr Ir…

Sambært Open Doors verða kristin í Iran kúgað hart og skipað av myndugleikunum. Felagsskapurin sigur, at iransku myndugleikarnir síggja kirkjuna sum eina hóttan móti islamiska stýrinum í landinum.

Eftir fyrilesturin verður høvi at seta Dariush Golbaghi spurningar. Síðani verður drekka, og tá ber eisini til at hitta hann og tosa við hann.

Open Doors skipar fyri tiltakinum.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

4 tímar síðan

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30