Ongi úrslit

Krúnprinsessa Mette-Marit hevur fingið nýggj lungu

Serfrøðingar siga at Mette Matit hevur ikki fingið framíhjárætt á bíðilistanum

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Norska krúnprinsessan Mette-Marit hevur nú gjøgnumgingið eina væleydnaða lungatransplantatión á Rikshospitalet í Oslo. Tað upplýsti norska kongshúsið í morgun.

Skurðviðgerðin fór fram bert 12 dagar eftir, at hon varð sett á bíðilista til nýggj lungu. Sambært læknunum hevur transplantatiónin higartil gingið væl.

Mette-Marit kunngjørdi í 2018, at hon hevði lungefibrosu, eina álvarsama lungusjúku, sum við tíðini versnar lungnafunkatiónina. Seinastu árini er heilsustøðan versnað, og tí var mett, at transplantatión var neyðug.

At hon fekk nýggj lungu so skjótt eftir at vera uppskrivað hevur vakt ans, men serfrøðingar vísa á, at býtið av donorlungum verður avgjørt eftir læknafakligum treytum, ikki eftir til dømis, status í samfelagnum.

-Bíðitíðin til lungutransplantatión er vanliga umleið fimm mánaðir upp í eitt ár. Umleið 20 prosent av teimum sjúklingum, sum stóðu á bíðilistanum, doyðu fyrr, meðan tey bíðaðu eftir einum hóskandi organi. Tá Mette-Marit var uppskrivað vóru bert átta á bíðilista, segði Are Holm, yvirlækni á lungnadeildini á Rikshospitalet.

Nú bíðar ein long tíð við endurvenjing og læknaligari uppfylging. Kongshúsið hevur takkað fyri stóra stuðulin, sum familjan hevur fingið.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

2 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07