Ein mynd av krúnprinsessu Mette-Marit á Instagram hjá Kongshúsinum í Norra 6. juli vakti stóran ans.
Mette-Marit heima og hyggur eftir dystinum millum Norra og Brasil
Hetta var fyrsta almenna myndin av krúnprinsessuni, síðani hon í juni fekk eina lungatransplantatión.
Áðrenn myndin var løgd út, hevði almenningurin ikki fingið upplýsingar um, at krúnprinsessan var sloppin út úr sjúkrahúsinum, fyri at síggja ein fótbóltsdyst heima á slottinum.
Tað var heldur ikki greitt, um hon var útskrivað, ella um hon bert hevði fingið loyvi at fara út í stutta tíð.
Samskiftisráðgevin hjá Kongshúsinum, Liv Anette Luane, segði við VG, at krúnprinsessan framvegis var innløgd.
Í dag boðar norska Kongshúsið so frá, at krúnprinsessan er útskrivað.
Are Holm, deildarleiðari á lungnadeildini á Rikshospitalet sigur, at heilsustøðan hjá henni eftir umstøðunum er góð.
At gongdin hevur verið góð, kann eisini síggjast í, at bæði maður hennara krúnprins Haakon og børnini, hava verið í USA og fylgt norska landsliðinum undir HM í fótbólti.
Eftir eina lungatransplantatión er vanligt, at sjúklingurin verður verandi á sjúkrahúsinum í minst tvlr til tríggjar vikur.
Hetta fyri at fylgja neyvt við gongdini, tillaga heilivágin, taka sær av møguligum trupulleikum og byrja endurvenjingina.
Heilivágur sum skal fyribyrgja at lunguni verða avstoytt av immunverjuni, skal takast á hvørjum degi restina av lívinum.
Tí nervaendarnir á lungunum eru avskornir, og taka nakað av tíð at vaksa saman aftur, følir sjúklingurin ikki pínu tá avstoyting er ávegis.
Tí skal eisini haldast væl eyga við onnur tekin, sum til dømis fepur og andaneyð.
Arnt Fiane, deildarleiðari á thorax-kirurgisku deildini á Rikshospitalet í Oslo upplýsti eftir skurðviðgerðina hjá krúnprinsessuni, at transplantatiónin higartil hevði verið væleydnað.
Mette Marit var sett uppá bíðilistan at móttaka lungu tann 5. juni, og skurðviðgerin var framd tann 17. juni.
Kritikarar av norska kongahúsinum hava, á sosialu miðlunum, kjakast um Mette Marit hevur fingið serbehandling, tí at hon bleiv skurðviðgjørd so skjótt.
Serfrøðingar hava tó ígjøgnum Svensk Damtidning og aðrir miðlar, víst hesum aftur.