Ongi úrslit

Kvinna skuldsett fyri grovan harðskap - og fyri vanligan harðskap

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Fríggjanáttina varð ein kvinna meldað fyri grovan harðskap eftir at hon hevði sligið ein mann við einum brotnum glasi, so at hann hevði fingið snuddir bæði í andlitið á armarnar og í bringuna.

Men kvinnan varð horvin, so løgreglan leitaði eftir henni og tey tosaðu eisini við hana í telefon, men ein áheitan á hana um at koma sjálvboðin á løgreglustøðina, hjálpti ikki. Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/leita-eftir-kvinnu-sum-framdi-grovan-hardskap

Men í gjár handtók løgreglan hana á einum bústaði í Havn og skuldsetti hana fyri grovan harðskap.

Men nú er hon eisini skuldsett fyri vanligan harðskap í einum føri, tí tað vísir seg, at brotna glasið hon brúkti at sláa við, hevði hon beint frammanundan brotið í høvdið á einum øðrum manni, áðrenn hon brúkti tað ímóti manninum, sum fekk snuddirnar.

Løgreglan sigur, at kvinnan er avhoyrd og leyslatin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03