Ongi úrslit

Kvívíkar kommuna: Nýggjur sáttmáli tryggjar skúlabarnakoyringina til 2030

Kvívíkar kommuna og Sp/f JHI Bilar hava undirskrivað nýggjan fýra ára sáttmála um skúlabarnakoyring frá 1. august.

© Kvívíkar kommuna
Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Sáttmálin varð undirskrivaður á kommunuskrivstovuni 20. juli. Tóra Isaksen, stjóri í Sp/f JHI Bilum, og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, skrivaðu undir vegna partarnar.

Nýggi sáttmálin kemur í gildi 1. august 2026 og er galdandi til skúlaárslok í juni 2030. Síðani kann kommunan leingja hann eitt ár í senn.

Trý tilboð komu inn

Skúlabarnakoyringin varð boðin út í vár. Trý tilboð komu inn, og lægsta tilboðið var 755.500 krónur um árið.

Eftir útboðið valdi Kvívíkar kommuna at fara í samráðingar við Sp/f JHI Bilar. Kommunan upplýsir ikki, hvussu stór endaliga sáttmálaupphæddin er.

Samstarvið heldur fram

Undanfarni sáttmálin millum partarnar gekk út 30. juni 2026.

Kvívíkar kommuna sigur, at samstarvið hevur riggað væl, og at hon hevur verið sera væl nøgd við tænastuna, sum Sp/f JHI Bilar hevur veitt.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

20 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57