Nýggj tøl fyri smittutilburðir við kynssjúkum vísa, at kynssjúkur áhaldandi eru ein trupulleiki í Føroyum.
Tað vísir Heilsustýrið í eini nýggjari uppgerð.
Tey siga, at klamydia er vanligasta kynssjúkan, men smittutølini fyri gonorre hava verið alsamt vaksandi seinastu árini.
Fyrra hálvár í ár eru skrásettir 69 tilburðir av klamydia og 8 tilburðir av gonorre.
Hetta svarar til, at ávikavist 8,3% og 1,0% av kanningunum eru positivar. Tað gevur ábendingar um, at tølini fyri í ár kunnu gerast hægri enn í fjør. Í fjør vóru 6,8% fyri av kanningnum fyri klamydia, positivar, og 0,6% av kanningunum fyri gonorre, vóru positivar.
Í 2024 vóru tølini ávikavist 9% og 0,4%.
Teir Flestu tilburðunum av klamydia eru í aldursbólkinum 20-24 ár. Síðari 2024 eru næstan dupult so nógvar kvinnur sum tað eru menn menn - men hjá monnum er ein nógv størri prosentpartur av kanningunum positivar enn tað eru hjá kvinnum.
Hagtølini stava frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum og eru greinað í Heilsustýrinum eftir sama leisti sum Statens Serum Institut brúkar.
Hesin háttur er eitt sindur øðrvísi enn tann, sum Landslæknin brúkti fram fram til 2024, tá ið Heilsustýrið yvirtók uppgávuna. Sosatt ber ikki heilt til at samanbera við eldri tøl.
Klamydia og gonorre
Klamydia og gonorre eru ígerðarsjúkur, sum eru elvdar av bakterium, og tað smittar við kynsligum sambandi uttan at brúka hít.
Ofta eru eingi sjúkutekin, men tað smittar fyri tað. Klamydia kann hava við sær sviða, tá ið tú letur vatnið, umramt flot og pínu í undirlívinum. Óviðgjørt klamydia kann elva til tað ber ikki til at fáa børn - og til bruna í undirlívinum og hjá kvinnum og hjáeistrum hjá monnum.
Gonorre kann elva til somu sjúkutekin og avleiðingar, men kann eisini hava við sær eitt nú bruna í liðum.
Umráðandi at kanna og fyribyrgja
Hít verjir væl fyri bæði klamydia og gonorre. Eingin koppseting er fyri sjúkurnar, og tey, sum verða smittað einaferð, verða ikki immun. Tað merkir, at fólk kunnu verða smittað fleiri ferðir.
Tí er umráðandi at verja seg, sigur Heilsustýrið.
Hevur tú illgruna um kynssjúku, verður mælt til at lata teg kanna. Tess fyrr smittan verður funnin og viðgjørd, tess lættari er at sleppa undan smittuárinum, og at smittan breiðir seg víðari, sigur Heilsustýrið. Kanningin fer fram hjá kommunulæknanum og er ein landroynd ella potan. Klamydia og gonorre verða viðgjørd við heilivági.
