Ongi úrslit

Lærari ávarar: Føroysk børn hava ov lítið orðfeingi

Orðfeingið hjá føroyskum børnum er minkað. Nú verður heitt á foreldur, dagstovnar og skúlar um at styrkja málið frá barnsbeini.

© Føroya Lærarafelag.
Eyðbjartur S. Skaalum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroysk børn hava minni orðfeingi enn áður, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri læringina. Tað skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi.

Sambært honum byrjar arbeiðið við føroyskum ikki í fyrsta flokki, men longu heima og á dagstovninum. Samrøður, søgulestur og sangur geva børnum betri fortreytir at skilja undirvísingina, lesa uppgávur og seta orð á tankar og kenslur.

Fleiri móttøkuflokkar eftirlýstir

Hann vísir á, at bøkur menna lesiførleika, hugflog og evnini at skilja samanhang. Stutt filmsbrot kunnu ikki hava sama leiklut.

Eyðbjartur S. Skaalum eftirlýsir eisini fleiri móttøkuflokkar til fremmandmælt børn, sum flyta til Føroya. Lærarar eru útbúnir til endamálið, men játtan vantar.

Hann nevnir eisini møguleikan at seta krav um, at tilflytarar skulu fáa grundskeið í føroyskum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

10 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58