Ongi úrslit

Lærari ávarar: Føroysk ung skilja alsamt minni danskt

Føroysk ung hoyra alsamt minni danskt. Bergur Samuelsen ávarar um gongdina og heldur, at danskt eigur at verða raðfest hægri í skúlanum.

© Føroya Lærarafelag.
Bergur Samuelsen mælir til, at næmingar lesa fleiri danskar bøkur og síggja fleiri danskar og norðurlendskar filmar.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Danskt er vorðið munandi fjarskotnari hjá føroyskum ungdómi, og tí er tað skeivt at skerja undirvísingina í lærugreinini. Tað heldur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

Hann vísir á, at spurningurin um, hví føroyingar yvirhøvur skulu læra danskt, verður settur oftari enn áður. Ein høvuðsorsøk er sambært honum, at enskt hevur fingið nógv størri rúmd í gerandisdegnum hjá teimum ungu.

Enskt hevur trokað danskt burtur

Bergur Samuelsen heldur, at amerikanskir filmar og filmsrøðir hava broytt málvanarnar hjá teimum ungu grundleggjandi.

Fyri 10–15 árum síðani søgdu næmingar honum, at bæði danskir og enskir filmar høvdu stóran týdning, tá tey lærdu mál. Nú verður sambært honum mest hugt at enskum.

Hann heldur kortini fast við, at danskt hevur stóran týdning. Málið gevur føroyingum atgongd til norðurlendska mentan og skaldskap og hevur eisini týdning fyri útbúgving og arbeiðsmarknað.

Vil hava meira danskt í skúlanum

Bergur Samuelsen mælir til, at næmingar lesa fleiri danskar bøkur og síggja fleiri danskar og norðurlendskar filmar.

Samstundis finst hann at skúlum, sum sambært honum hava skert tímatalið í donskum í hádeildini niður í tveir ella tríggjar tímar um vikuna.

– Tað skuldi ikki verið skorið, skrivar hann.

Boðskapurin er greiður: Føroysk ung skulu ikki velja ímillum danskt og enskt. Tey skulu duga bæði.

Mest lisið hesa vikuna

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

18 tímar síðan

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

14 tímar síðan

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06