Ongi úrslit

Lættari leið til heilsuútbúgving: Nýggir flokkar í Havn skulu bøta um starvsfólkatørvin

Tørvurin á heilsustarvsfólki í Tórshavnar kommunu er so stórur, at nýggjar og meira smidligar útbúgvingarleiðir nú verða settar í verk.

© Tórshavnar Kommuna.
Edmund Jacobsen
21. mai kl. 13:45

Heilsuskúli Føroya fer fyri fyrstu ferð at skipa fyri heilsuhjálparaútbúgving við staðseting í Havn.

Nýggja skipanin er ætlað fólki, sum eru 25 ár ella eldri og hava minst trý ára arbeiðsroyndir á eldraøkinum. Eftir førleikameting kunnu tey taka heilsuhjálparaútbúgvingina upp á 25 vikur. Skeiðið byrjar í august 2026.

Meira smidlig heilsurøktaraútbúgving

Samstundis verður heilsurøktaraútbúgvingin broytt til ein meira smidligan leist. Lesandi skulu taka skúlaskeið samstundis, sum tey eru í starvsvenjing. Partar av undirvísingini verða skipaðir sum fjarlestur og partar í Havn og á Heilsuskúlanum í Suðuroy.

Tórshavnar kommuna hevur eisini skipað fyri kunningartiltaki á Boðanesheiminum, har stórur áhugi var millum starvsfólk, sum ynskja at útbúgva seg innan eldraøkið.

Tvær milliónir settar av

Kommunan hevur sett tvær milliónir krónur av á fíggjarætlanini fyri 2026 til útbúgving av heilsustarvsfólki og er til reiðar at gera fleiri útbúgvingarsáttmálar.

Freistin at søkja inn á útbúgvingarnar er fríggjadagin 22. mai 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03