Gjaldstovan er í ferð við at savna stóran part av KT-keypinum hjá landsins stovnum í ein felags, risastórum rammusáttmála. Útboðið fevnir um alt frá skermum, músum og knappaborðum til fartelefonir, høvuðtelefonir og aðra KT-útgerð.
Sjálvar teldurnar eru tó ikki við. Tær verða fevndar av einum øðrum rammusáttmála.
Freistin hjá veitarum at lata tilboð inn er fríggjadagin 11. september klokkan 12. Útboðið verður latið upp ein minutt seinni. Vinnarin verður eftir ætlan kunngjørdur síðst í oktober.
Skal spara pengar
Endamálið er greitt: Landið vil fáa KT-útgerð bíligari og samstundis minka um rakstrarútreiðslurnar við at standardisera KT-umhvørvið.
Gjaldstovan vísir á, at standardisering skal gera umsiting, trygd og viðlíkahald lættari og bíligari. Landsstovnarnir hava tilsamans einar 3.000–4.000 teldubrúkarar, sambært eini leysligari meting í útboðstilfarinum.
Yvirlitið, sum fylgir útboðnum, telur 80 stovnar og eindir. Millum teirra eru Almannaverkið, Apoteksverkið, Fróðskaparsetur Føroya, Gjaldstovan, Kringvarp Føroya og Landsverk.
Keypið verður í stóran mun bundið
Meginreglan er, at landsstovnarnir verða álagdir at keypa eftir rammusáttmálanum. Nakrar vørur eru kravdar, meðan aðrar eru sjálvbodnar.
Er ein vøra merkt sum krav, skal hon keypast eftir sáttmálanum. Stovnurin kann ikki keypa somu vøru frá einum øðrum veitara. Rammusáttmálin skal í fyrstu atløgu galda í trý ár.
Prísurin telur 100 prosent
Í metingini av tilboðunum telur prísurin 100 prosent. Bíligasti samlaði prísurin fær fult stigatal, um vørurnar lúka minstukrøvini.
Men Gjaldstovan hevur kortini latið ein møguleika standa opnan. Er prísmunurin lítil – nevnt verður umleið tvey prosent – kann dómsnevndin velja eitt annað tilboð við atliti at eitt nú góðsku, veitingartreytum, vørumerki ella áliti á vøruna.