Gjaldstovan hevur boðið allar bygningstryggingarnar hjá landinum út í einum samlaðum útboði. Hetta er fyrstu ferð, at landið savnar tryggingarnar á henda hátt. Vinnandi tryggingarfelagið fær ein trý ára rammusáttmála, sum kemur í gildi 1. januar 2027.
Hjálagda yvirlitið fevnir um 214 bygningar og bygningseindir. Tilsamans eru umleið 247.528 fermetrar skrásettir. Av teimum 214 eru 181 skrásettir sum landsogn, meðan 33 eru landsogn á leigugrund.
Á listanum eru millum annað skúlar, sjúkrahús, sambýli, skrivstovur, goymslur, verkstøð og smærri bygningar.
Glasir er størsti bygningurin
Størsta einstaka bygningseindin á listanum er Glasir í Tórshavn við 19.800 fermetrum. Síðani koma H-bygningurin við Landssjúkrahúsið við 16.700 fermetrum og Læraraskúlin á Frælsinum við 10.285 fermetrum.
Listin er tó ikki endaligur.
Gjaldstovan ger vart við, at bygningar kunnu mangla á listanum, og at har eisini kunnu vera bygningar, sum ikki skulu tryggjast. Orsøkin er millum annað, at hetta er fyrstu ferð, at tryggingarnar verða savnaðar.
Seks vikur at fáa endaligt yvirlit
Tí skulu ganga seks vikur frá tí, at vinnarin er valdur, til tryggingarnar koma í gildi. Í hesum tíðarskeiðnum skal veitarin hjálpa Gjaldstovuni at fáa staðfest, hvørjir bygningar skulu tryggjast, og hvørjir ikki skulu vera við.
Landið vil samstundis tryggja, at eingin bygningur stendur ótryggjaður, tí hann av misgáum ikki er komin við á listan. Tryggingin skal tí eisini kunna fevna um gloymdar bygningar, sum tilsamans eru í mesta lagi 2.000 fermetrar.
Prísurin telur 100 prosent
Freistin at lata tilboð inn er 16. oktober 2026 klokkan 12.00. Rammusáttmálin skal galda í trý ár frá 1. januar 2027.
Tá tilboðini verða mett, er prísurin einasta tillutanartreytin og telur 100 prosent. Gjaldstovan tekur tó fyrivarni fyri at strika útboðið og er sambært útboðsskrivinum ikki bundin at taka av tilboðnum við besta prísinum.