Ongi úrslit

Landsgrannskoðanin ávarar: Landsroknskapurin vísir ikki alt virksemi hjá landinum

Í 25–30 ár hava grannskoðarar víst á sama trupulleika: Landsroknskapurin gevur framvegis ikki eina fullfíggjaða mynd av virkseminum og fíggjarligu váðunum hjá landinum.

© Savnsmynd.
Landsroknskapurin vísir ikki alt virksemið, sum landið stendur fyri, og heldur ikki allar fíggjarligu váðarnar. Tað staðfestir Landsgrannskoðanin í ársfrágreiðingini fyri 2025.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Landsroknskapurin vísir ikki alt virksemið, sum landið stendur fyri, og heldur ikki allar fíggjarligu váðarnar. Tað staðfestir Landsgrannskoðanin í ársrágreiðingi i fyri 2025.

Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir hava seinastu 25–30 árini javnan gjørt vart við, at fleiri stovnar og grunnar ikki hava verið við í fíggjarlógini og landsroknskapinum.

Samstundis hevur Landsgrannskoðanin sett spurnartekin við, um grundleggjandi ásetingar í stýrisskipanarlógini um fíggjarlóg, roknskap og grannskoðan eru hildnar.

Meira virksemi lagt uttan fyri landsfyrisitingina

Ein orsøk er, at alsamt meira alment virksemi seinastu árini er lagt í sjálvstøðugar eindir, eitt nú partafeløg, sum eru skild frá vanligu landsfyrisitingini.

Sambært Landsgrannskoðanini hevur hetta við sær, at landsroknskapurin ikki vísir veruliga virksemið og váðarnar hjá landinum.

Longu í 2016 tók Fíggjarmálaráðið undir við, at tað kann hava minni gjøgnumskygni, minni almenna stýring og færri almennar reglur við sær, um ov nógv virksemi verður lagt í almenn partafeløg uttan fyri fíggjarlógina.

Tríggir grunnar komu ikki við

Í fíggjarlógini fyri 2025 og aftur í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2026 vóru játtanir til lógarkravd gjøld til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, Arbeiðsloysisskipanina og Trygdargrunn Fiskivinnunnar tiknar við.

Ætlanin var eisini, at roknskapirnir hjá grunnunum skuldu fylgja landsroknskapinum sum hjáskjøl.

Men við einum broytingaruppskoti til fíggjarlógina fyri 2026 samtykti Løgtingið at strika játtanirnar. Inntøkurnar eru tí ikki við í fíggjarlógini ella landsroknskapinum, og roknskapirnir hjá grunnunum eru heldur ikki við sum hjáskjøl.

Fíggjarmálaráðið metir málið vera avgreitt

Fíggjarmálaráðið metir kortini, at málið fyribils er avgreitt, og at landsroknskapurin er fullfíggjaður.

Ráðið hevur eisini mælt til, at ásetingar verða settar í lógina um, at virksemið hjá Húsalánsgrunninum ikki skal vera við í fíggjarlógini.

Ein grundleggjandi spurningur stendur tí eftir: Hvussu fullfíggjað er fíggjarliga yvirlitið hjá Løgtinginum, tá ið partar av almenna virkseminum liggja uttan fyri sjálvan landsroknskapin?

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13