Norski landsrætturin hevur víst eina umbøn frá Marius Borg Høiby um at verða leyslatin úr varðhaldi frá sær. Tað skrivar NRK.
Avgerðin kemur, eftir at býrætturin fyrr hevði góðkent eina leyslating við atliti at álvarsligu sjúkuni hjá mammu hansara, krúnprinsessu Mette-Marit. Landsrætturin er tó komin til eina aðra niðurstøðu.
Í avgerðini leggur landsrætturin dent á, at framvegis er stórur vandi fyri, at Høiby fer at fremja nýggj revsiverd lógarbrot, um hann verður leyslatin.
– Landsrætturin er komin fram til, at framvegis er stórur sannlíkleiki fyri, at Høiby fer at fremja nýggj revsiverd lógarbrot, um hann verður leyslatin, stendur millum annað í avgerðini.
Harvið verður Marius Borg Høiby framvegis sitandi í varðhaldi, meðan kanningin av málinum heldur fram.
Málið hevur fingið stóra umrøðu í Noregi, ikki minst orsakað av tilknýti hansara til norsku kongafamiljuna. Avgerðin hjá landsrættinum merkir, at avgerðin hjá býrættinum um leyslating ikki verður sett í verk.
Verjin hjá Høiby hevur upplýst, at tey ikki fara at royna avgerðina við einum hægri rættarstigi.