Sum vit skrivaðu nú fyrrapartin, er tað ikki so lítið av fiski, sum kópur etur framvið landið. Samstundis verður kópastovnurin mettur at verða 1.800 kópar.
Tí heldur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrsmaður í vinnumálum, at vit eiga at veiða kóp - men veiðan skal burðardygg.
– Vit hava onga lóg um kópaveiðu og tí havi eg biðið fyrisitingina fyrireika eina lóg um kópaveiðu, sigur hann.
Lógin skal tryggja at kópaveiða hevur sum minst av ampa fyri fólk, kóp og náttúru. Lógin skal eisini geva heimild til at seta friðingar, kvotur, veiðitíðir og veiðiøki.
Men Bárður á Steig Nielsen vísir eisini á, at sambært djóravælferðarlógini er tað bannað at skjóta kóp við høglbyrsu.
Skal kópaveiða loyvast, skal støða tí takast til um tað verður neyðugt at broyta vápnalógina, so at fólk kunnu útvega sær rifflu.
Í tí sambandi skal støða eisini takast til, hvussu fólk fáa atgongd til veiðu og lógligt vápn. Veiðufólk mugu eisini fáa upplæring í at veiða kóp og at handfara vápn fyri at tað skal vera trygt, sigur Bárður á Steig Nielsen.