Ongi úrslit

Landsstýrisfólk skulu ikki longur sleppa at blanda seg upp í

Áki Bertholdsen
18. juni kl. 14:37

Landsstýrisfólk skulu ikki longur sleppa at blanda seg upp hvørji listafólk fara at fáa stuðul úr Mentanargrunni Landsins.

Hetta fer Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um. Uppskotið er sent áhugaðum pørtum við viðmerkingar og so verður tað lagt fyri Løgtingið, helst eina ferð í heyst.

Í hesum føri er talan um stuðul úr Mentanargrunninum til feløg, bólkar og einstaklingar ið liva av leiklist í víðastu merking.

Her er bæði tey, sum skriva leikrit, sum gera tónleik, sum leikstjórna og sum framføra sjónleik, dans, opera, og annað.

Stuðul kann eisini latast til at keypa útbúnað, at keypa ymisk verk, til skeið, til at keypa av sakkøna hjálp og til annað leiklistavirksemi.

Eftir galdandi lóg er tað Leiklistaráðið á Tjóðpallinum, ið ger tilmæli til landsstýrisfólkið um hvør skal fáa stuðul.

Men nú verður tað soleiðis, at frameftir verður tað Mentanargrunnur Landsins sjálvur, sum skal at taka avgerð um, hvør skal fáa stuðul - eftir tilmæli frá sakkønum ráðgevarum.

Mentanargrunnurin umsitur frammanundan eina røð av stuðulsskipanum. Seinast varð filmsstuðulin, ið fyrr lá hjá landsstýrisfólkinum, fluttur til Mentanargrunnin at umsita.

Sostatt fær Leiklistaráðið eisini betri umstøður at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum saman við stjóranum, tí nú skal orka ikki longur brúkast til at meta um verkætlanir og at gera tilmæli til landsstýrisfólkið um stuðul.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11