Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, er sinnaður at kanna, um reglurnar tá ið hús og íbúðir verða seld, skulu broytast.
Tað sigur hann, nú Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvat hann heldur um mátan, sum nú verður brúktur, har fólk kappbjóða um hús
LES MEIRI UM TAÐ HER: Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir
Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru helst fleiri orsøkir til, at tað er blivið so dýrt at keypa hús og bústðir. Serliga er tað ringt hjá teimum, sum skulu hava sín fyrsta bústað.
Men hann heldur kortini, at verandi mannagongd, har øll boð verða løgd út á heimasíðuna hjá ognarmeklara í 48 tímar, ger ikki støðuna betri.
– Eg eri sinnaður at kanna nærri, um til ber at seta reglur í verk, sum kunnu gera tað lættari hjá teimum, sum keypa bústað fyrstu ferð, at koma á bústaðarmarknaðin, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at eitt nú kundi tað verður gjørt við íblástri úr donsku skipanini.
Súsanna Bertholdsen sigur, at í Danmark eru reglur, sum avmarka slíkari kappbjóðing, sum fer fram í Føroyum. Har hevur meklarin nevniliga ikki loyvi at upplýsa áhugaðum keyparum hvat onnur hava bjóðað.
– Verður biðið um afturlatin boð, skulu tey haldast loynilig til eina ásetta freist, og allir áhugaðir keyparar skulu hava sama grundarlag at bjóða á, sigur Súsanna Bertholdsen.