Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er misnøgdur við framferðina hjá tveimum stórum fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, nevniliga Heilsuhjálparafelagnum og Felagnum fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.
Forkvinnurnar í feløgunum báðum, ávikavist Mary Antonsdóttir og Óluva í Gong, vóru rættiliga atfinningarsamar hendan dagin, tá ið tey førdu fram, at boð eru komin úr Fíggjarmálaráðnum, at tey eru farin at gera eina orðing um neyðtilbúgving í sambandi við møguligan arbeiðssteðg.
Og tey løgdu afturat, at boðini til fakfeløgini eru greið, at antin geva tey seg sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg.
Tær halda, at hetta er eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til, og nú hevur Bjørg Brynhildardóttir Egholm spurt Aksel V. Johannesen, hvørjar ætlanir eru á økinum.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at ongar ætlanir eru um at skipa eina neyðtilbúgving við lóg.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum eigar at verða tikin upp í samráðingum ímillum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið. Og hann átalar fakfelagsforkvinnurnar fyri at hava borið nakað út av samráðingum, tí tær eiga at vera í trúnaði.
Av tí, at tær eru í trúnaði vil hann heldur ikki sig meiri um hvat tey tosa um.
Men Aksel V. Johannesen sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur longu - við samráðingum - gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving við fýra fakfeløg, nevniliga Heilsurøktarafelagið, Starvsfelagið, Felagið Fyri Ljósmøður, umframt við Kost Og Føðslufelagið.
Endamálið er at forða fyri, at lív og heilsa verður sett í vanda í sambandi við verkfall og avtalurnar tryggja, at er verkfall, skal altíð eitt ávíst tal á fólki vera til arbeiðis at lív og heilsa ikki kemur í vanda.
Hann staðfestir, at verkfalsrætturin er tryggjaður og tað skal hann framvegis vera, men hann vónar, at tað ber til at fáa avtalu við fleiri fakfeløg - og hann sigur eisini, at tey eru eisini til reiðar at rinda fyri tað.