Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

Seinnapartin var Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, saman við fólki sínum á fundi við leiðsluna á Fróðskaparsetri Føroya. Á skránni stóðu framtíðarætlanir og avbjóðingar á Setursøkinum

setur.fo
17. juni kl. 21:00

Summarmjørkin lá fjálgur um sóljur og bleytlendi, tá nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum við fylgi seinnapartin var á gátt í Gróthúsunum á Debesartrøð, har Setursskrivstovan heldur til.

Slíkir kunnandi fundir eru skilagóður siður, tá nýggj landsstýrisfólk taka við, so at aðalráð og stovnar undir teimum kunnu upplýsa um strategi, áleikandi mál og avbjóðingar, og annars læra hvør annan og væntanirnar hjá hvør øðrum at kenna.

 Við sær á fundin hevði Bárður á Lakjuni Poul Geert Hansen, aðalstjóra, Terja Beder, fulltrúa, og Christinu Janusardóttir Isaksen, løgfrøðing. Fróðskaparsetur Føroya var umboðað av Ólavi Ellefsen, stýrisformanni, Martini Tvede Zachariasen, rektara, og Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra.

- Hetta var eitt óført høvi at kunna landsstýrismannin um okkara framtíðarætlanir og strategi fram til 2030, sigur rektarin.

- Vit umrøddu eisini fleiri av stóru avbjóðingunum í føroyska samfelagnum, sum Setrið í stóran mun skal lyfta, leggur Martin Tvede Zachariasen aftrat.

Hesar stóru avbjóðingarnar eru í stuttum tað alt ov stóra talið av ungum, sum fer av landinum í lestrarørindum og ongantíð kemur aftur; at fleiri megingeirar í Føroyum hava ein staðfestan tørv á bæði meira gransking og hægri útbúgving; at Setrið er spjatt í fleiri bygningum, har næstan eingin er gjørdur til hvørki undirvísing ella gransking; og at Setrið eingi tilboð hevur til altjóða lesandi, og at ov fá lesandi á Setrinum fara uttanlands at nema sær skiftislestur.

 Eftir fundin í Gróthúsunum skoðaði landsstýrismaðurin nýumvældu lon 5 í gamla skúlabygninginum á Frælsinum. Hendan verkætlanin er onnur av tveimum í stóru kampusverkætlanini, sum er á breddanum. Á Frælsinum verður høvuðsumvælt stig fyri stig - ella lon fyri lon.

Les meiri

https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/landsstyrismadurin-kunnad-seg-um-setrid?

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

Í gjár kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01