Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin havt fleiri fundir við altjóða samstarvspartar

Uttanríkis- og fiskimálaráðið
1 tími síðan

Hesa vikuna luttekur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, á 81. aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York. Á fundinum hittast leiðarar og umboð fyri lond úr øllum heiminum at viðgera altjóða avbjóðingar og finna felags loysnir.

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin havt fleiri fundir við altjóða samstarvspartar. Hann hitti m.a. brasilska uttanríkisráðharran, Mauro Vieira. Fundurin var eitt framhald av vitjanini í Brasil í síðstu viku, og høvi var m.a. at takka fyri góðu móttøkuna og umrøða næstu stigini í arbeiðinum móti einum møguligum fríhandilssáttmála millum Føroyar og Brasil.

Eisini hitti landsstýrismaðurin íslendska uttanríkisráðharran, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, fyri at umrøða ES-fólkaatkvøðuna og samstarvið millum Føroyar og Ísland. Umframt Gilmar Pisas, forsætisráðharra í Curaçao, á fyrsta sínámillum fundinum millum Føroyar og Curaçao. Har umrøddu teir samstarvsmøguleikar og mál av felags áhuga, m.a. royndir við WTO og IOC.

Í dag luttók landsstýrismaðurin á stovnandi fundinum hjá OceanEye International Alliance for the Global Ocean Observing System (GOOS). Endamálið við samstarvinum er at savna lond og aðrar samstarvspartar fyri at tryggja og styrkja altjóða havmátingar og dátudeiling. Landsstýrismaðurin legði vegna Føroyar fram føroyska íkastið til OceanEye-samstarvið í eini røðu. ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, vóru vertir fyri tiltakinum, og landsstýrismaðurin fekk høvi at hitta tey til eitt stutt prát. Á skránni var eisini luttøka á fundi í ST-Trygdarráðnum, har støðan í Ukraina var á skrá í dag. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Føroyar mugu ikki elta Europa

Í gjár kl. 22:49