Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin vil hava bæði snildfonir og snildur úr skúlanum

Bárður á Lakjuni, í miðjuni, saman við Beini Johannesen, løgmanni, vinstrumegin, og Jørgeni Niclasen, høgrumegin
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett sær sum mál, at tað skal ikki verða loyvt at hava snildfonir og snildur í fólkaskúlanum.

Tí hevur hann gjørt eitt uppskot um, hvussu tað kann fremjast í verki í samstarvi við skúla og skúlamyndugleikan á staðnum - umframt at allir avvarðandi partar eisini verða hoyrdir.

Hann sigur, at mannagongdin er, at landsstýrismaðurin ásetur meginreglurnar, men so skal hvør einstak skúlaleiðsla, og hvørt einstakt skúlastýrið, gera ítøkiligu reglurnar fyri teirra skúla

Hann sigur, at skúlastýri og skúlar hava longu tikið ávís stig fyri at tálma fartelefonnýtsluna.

Børnini lata fartelefonina frá sær um morgunin, men hetta krevur eisini eina skipan, sum ikki altíð er so einføld hjá skúlunum at umsita, og sum tekur tíð.

Fleiri skúlar mæla tí til, at børnini ikki hava telefonina við í skúla yvirhøvur, tí hon órógvar og verður ikki brúkt sum eitt undirvísingaramboð.

Mentamálaráðið hevur eftirkannað skipanina, sum vísir, at fleiri skúlar hava tikið avgerð um, at børnini ikki hava fartelefon við í skúla

Meginreglan verður, at næmingar ikki hava snildfon ella snildur við í skúla. Hetta er galdandi fyri allan skúladagin, undirvísing, fríkorter og virksemi á skúlans øki, sigur landsstýrismaðurin.

Skúlin skal tó kunna gera undantøk, tá ið heilsulig, sernámsfrøðilig, sosial ella onnur serlig viðurskifti gera tað neyðugt.

Endamálið er ikki at forða talgildu tøknini, men at tryggja, at tøknin verður nýtt við umhugsni og tá ið tað er fakliga og námsfrøðiliga grundað.

– Fartelefonfríi skúladagurin skal geva næmingunum frið til hugsavning, læring, spæl, og at vera saman í einum tryggum sosialum felagsskapi, sigur Bárður á Lakjuni.

Tí heitir hann á skúlastýrini um at reglurnar um snildfonir eftir hesum meginreglum:

1. at næmingar, sum meginreglu, ikki hava snildfon ella snildur við í skúla,
2. at skúlin, í samráð við foreldrini, kann loyva knappatelefonum, ið ikki hava samband við internetið, tá ið tørvur er á samskiftisamboði,
3. at knappatelefonin er sløkt og goymd burtur í skúlatíðini,
4. at undantøk verða givin vegna sjúku, heilsuligt tarn, læring, sernámsfrøðiligan tørv, flutningsviðurskifti ella onnur serlig viðurskifti,
5. at skúlin skal skipa fyri, at samskiftisskipan er tøk, so at foreldur og næmingar í serligum førum kunnu samskifta, antin umvegis skrivstovu ella starvsfólk skúlans,
6. at greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri brot á reglurnar og fyri samskifti við foreldur,
7. at næmingarnir framhaldandi fáa undirvísing í talgildisbúgving, skynsamari tøkninýtslu og virðiligum samskifti,
8. at skúlin útvegar talgild amboð, teldu ella teldlar, ið eru neyðug amboð í undirvísingini.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

18 tímar síðan

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14