Ongi úrslit

Landsverk bjóðar út á Gomlurætt: 4.800 fermetrar skulu asfalterast áðrenn november

Landsverk bjóðar nú út asfaltarbeiðið á parkeringsøkinum á Gomlurætt. Arbeiðið fevnir um 4.800 fermetrar og skal vera liðugt í oktober.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Landsverk hevur boðið arbeiðið at javna og asfaltera parkeringsøkið á Gomlurætt út. Talan er um eitt 4.800 fermetra stórt øki, ella 0,48 hektarar, eystan fyri ferjuleguna.

Tilboðsfreistin er mikudagin 23. september klokkan 14.00. Tilboðini verða latin upp talgilt beint eftir freistina, og arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi við endan av oktober.

Arbeiðið verður gjørt í tveimum stigum

Alt økið, sum ikki longu er asfalterað, skal fyrst javnast við steintilfari og síðani fáa eitt 50 millimetra tjúkt asfaltlag. Gamlar vatnslangur og ein gomul rist skulu eisini takast burtur, áðrenn asfaltarbeiðið byrjar.

Arbeiðið verður býtt í tvey stig, tí bingjur og annað tilfar standa á økinum. Fyrst verður ein partur av økinum gjørdur liðugur. Síðani verða bingjurnar og annað tilfar flutt yvir á nýasfalteraða partin, áðrenn restin av økinum verður gjørd. Møguligi steðgurin í arbeiðinum kann vara í upp til tveir arbeiðsdagar.

Lægsti prísur avger

Útboðið er alment, og Landsverk hevur ásett, at lægsti prísur er avgerandi fyri, hvør fær arbeiðið. Alternativ tilboð verða ikki tikin við í metingina.

Sýn á staðnum verður 17. september, og seinasta freist at seta spurningar er 18. september.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06