Ongi úrslit

Landsverk røkkur ikki øllum: Løgtingsmaður krevur innlit í raðfesting av vegum

Eirikur í Jákupsstovu vil hava Jacob Vestergaard at greiða frá, hvussu landsvegir verða raðfestir, og hvørjar verkætlanir standa fremst í røðini.

© Wikipedia.
Eirikur í Jákupsstovu spyr eisini beinleiðis, um dagføring av vegnum til Fámjins verður raðfest hægri enn til dømis at gera byrgingina um Haraldssund lidna.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, krevur nú greið svar um, hvussu landsvegir verða raðfestir til umvæling og asfaltering, og hvønn leiklut landsstýrismaðurin hevur í raðfestingini.

Í einum § 52a-fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, spyr hann millum annað, hvørjir vegir verða umvældir og asfalteraðir av nýggjum í ár, hvussu raðfestingin verður gjørd, og hvørji atlit verða løgd til grund.

Vil hava kostnaðin fram

Løgtingsmaðurin vil eisini vita, hvat tað verður mett at kosta at gera landsvegin millum Klaksvík og Norðoyri.

Hann spyr somuleiðis, hvat tað verður mett at kosta at gera vegin millum tunnilsmunnan og bygdina í Kunoy lidnan, og um ætlanin er at fremja hesa verkætlanina komandi árini.

Fámjin ella Haraldssund

Eirikur í Jákupsstovu spyr eisini beinleiðis, um dagføring av vegnum til Fámjins verður raðfest hægri enn til dømis at gera byrgingina um Haraldssund lidna.

Í viðmerkingunum vísir hann á, at hóast játtanin til asfaltering hjá Landsverki varð hækkað í seinasta samgonguskeiði, røkkur hon framvegis ikki til allar vegir, har tørvur er á asfaltering.

Hann heldur samstundis, at raðfestingin hjá Landsverki ikki hevur verið nóg gjøgnumskygd.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39