Dalstunnilin, sum Landsverk stóð fyri at gera, er bæði góður og bíligur. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Høgni Hoydal, løgtingsmður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nógv tað kostaði at gera Dalstunnilin, sum Landsverk gjørdi, afturímóti øðrum tunlum, eru bjóðaðir út til privatar fyritøkur at gera
Dalstunilin kostar umleið 180 milliónir og nógv er komið búrturúr, heldur Landsstýrismaðurin.
Men hann sigur, at tað er ringt at samanbera tunlar, tí viðurskiftini eru ymisk. Í hesum sambandi hevur tað stóra ávirkan, hvussu nógvir vegir skulu gerast, hvussu langur og víður tunnilin er, tilfarið í fjallinum tørvurin á tekniskari útgerð, og hvussu ómakaleyst tað er at sleppa av við tunnilsgrótið.
Talva 1 oman fyri vísir eitt yvirlit yvir tunnilsverkætlanirnar, umframt byggiár, tunnilslongd, vegalongd og tunnilsbreidd.
Talvan vísir eisini útreiðslur sum heild, umframt útreiðslurnar lutaðar á fyrisitingarkostnað, tunnils- og vegaarbeiði, el-arbeiði, eftirlit og byggiharraútreiðslur.
Landsverk skilir ikki ímillum tunnilsgerð og vegagerð, tá útreiðslurnar verða skrásettar.
Tí skal ein samanbering gerast við fyrivarni, men tað ber til at siga, at Dalstunnilin hevur verið lutfalsliga bíligur.
Viðmerkjast skal, at kostnaðurin fyri tunlarnar Norður um Fjall ikki er endaliga gjørdur upp, tí Landsverk og arbeiðstakarin eru ikki á einum máli um ávísar útreiðslur.
Fámjinstunnilin var sera kostnaðarmikil orsakað av jarðfrøðiligu viðurskiftunum á staðnum, og tí kann kostnaðurin ikki samanberast við hinar tunlarnar.
Útreiðslurnar til privatar veitarar vóru umleið 74 prosent í sambandi við Dalstunnilin, og tær vóru eini 96 prosent í sambandi við hinar tunlarnar.
Talva 2 vísir býtið millum privatar og almennar veitarar á ymsu verkætlanunum.
Í Dalstunlinum eru 9 privatir veitarar, ið hava fingið útgoldið meir enn 5 milliónir. Talva 3 vísir, hvørjir veitararnir vóru, umframt upphædd og arbeiðslýsing
Í hinum tunlunum er ein høvuðsarbeiðstakari í hvørjum einstøkum føri. Tískil er meginparturin av kostnaðinum goldin til viðkomandi feløg.
Sum tað sæst á talvu 3 omanfyri, er bert ein fyritøka útlendsk, ið fekk útgoldið meir enn 5 milliónir í sambandi við Dalstunnilin. Sipað verður nokk til Articon, sum varð selt til Danmarkar. Var listin longri, hevði næsta útlendska fyritøkan ikki komið á listan fyrr enn á 21. plássi.
Tilsamans hava útlendskar fyritøkur fingið umleið 20 milliónir
Fyri hinar tunlarnar er tað høvuðsarbeiðstakarin, sum ger avtalur við undirveitararnar.
Sostatt avroknar Landsverk bara við høvuðsarbeiðstakaran, og tí ber ikki til at síggja, hvussu stórar útreiðslurnar vóru til útlendskar veitarar.
– Royndirnar frá Dalstunlinum eru góðar. Farleiðin er væl gjørd, og tunnilin er lutfalsliga bíligur, staðfestir Jacob Vestergaard.
– Føroysk arbeiðsmegi hevur verið við í arbeiðinum, og arbeiðið við Dalstunlinum hevur verið skipað sum fakarbeiðstøkur við eini røð av føroyskum feløgum sum undirveitarar.
Hann sigur, at nú skal støða takast til, um Tjørnuvíkartunnilin skal gerast eftir sama leisti, sum Dalstunnilin. Tað merkir, at støða skal takast til um Landsverk skal standa á odda fyri honum, ella um hann skal bjóðast út til privatar fyritøkur.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við íløguætlanini, og Jacob Vestergaard heldur at tað er umráðandi, at Tjørnuvíkartunnilin verður settur frammaliga. Tjørnuvíkartunnilin er liðugt prosjekteraður og klárur at bjóða út.