Ongi úrslit

Landsverk verður býtt sundur: Sirið krevur tølini á borðið

Sirið Stenberg krevur eitt fullfíggjað yvirlit yvir kostnað, seinkingar og játtanir til almennar byggiverkætlanir síðani 2015.

© Dimmalætting.
Løgtingskvinnan Sirið Stenberg krevur nú greið svar um almennar byggiverkætlanir, eftir at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki skal leggjast niður.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Løgtingskvinnan Sirið Stenberg krevur nú greið svar um almennar byggiverkætlanir, eftir at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki skal leggjast niður.

Í einum skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, biður hon um eitt yvirlit yvir allar byggi- og verklagsætlanir oman fyri fimm milliónir krónur, sum Landsverk hevur verið byggiharri á síðani 1. januar 2015.

Kostnaður og seinkingar skulu fram í ljósið

Sirið Stenberg vil hava upplýst, hvussu verkætlanirnar hava hildið kostnaðar- og tíðarætlanirnar.

Yvirlitið skal millum annað vísa heitið á hvørjari verkætlan, hvør byggiánarin er, samtyktu játtanina, endaliga kostnaðin, ætlaðu byggitíðina og veruligu byggitíðina. Harumframt verður biðið um fermetraprísin fyri hvørja verkætlan.

Hon vísir á, at tað javnan hevur verið ført fram, at almennar byggiverkætlanir hava gingið illa, men at eingi ítøkilig tøl eru løgd fram, sum lýsa gongdina.

Fakligu førleikarnir verða spjaddir

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki skal niðurleggjast. Eftir ætlan skulu einstøku stjórnarráðini frameftir sjálv umsita byggiverkætlanirnar.

Sirið Stenberg spyr, hvørjar avleiðingar tað fær, at byggideildin verður býtt sundur, og fakligu førleikarnir verða spjaddir á sjey stjórnarráð.

Hon vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat verður bíligari og betri við at flyta byggiumsitingina úr einari felags fakligari eind og út í stjórnarráðini.

Krevur yvirlit yvir viðlíkahald

Fyrispurningurin fevnir eisini um játtanirnar til viðlíkahald av almennum bygningum.

Løgtingskvinnan biður um eitt yvirlit yvir árligu játtanirnar síðani 2015, býttar sundur eftir verkætlanum ella stjórnarráðum.

Hon spyr harumframt, hvør grundgevingin upprunaliga var fyri at savna byggimálini hjá Landsverki, og nær henda skipanin varð sett í verk.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

8 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58