Lea Kampmann skal í september spæla á Reeperbahn Festival í Hamburg. Festivalurin savnar á hvørjum ári túsundtals fólk úr altjóða tónleikavinnuni og er vorðin ein týðandi pallur hjá nýggjum tónleikarum við altjóða møguleikum.
Kann lata nýggjar dyr upp
Reeperbahn Festival savnar millum annað plátufeløg, bókingarfyritøkur, umboðsfólk, festivalfyriskiparar og miðlar. Sambært Faroe Music Export, FMX, kann framførslan hjá Leu Kampmann tí fáa størri týdning enn sjálv konsertin.
Festivalar sum Reeperbahn kunnu gerast lopfjøl til nýggjar framførslur, vinnulig samstørv og nýggjar marknaðir. FMX verður eisini til staðar í Hamburg og fer at arbeiða fyri at knýta sambond millum Leu Kampmann, aðrar føroyskar tónleikarar og viðkomandi fólk í altjóða tónleikavinnuni.
Byggir víðari í Týsklandi
Lea Kampmann spældi nýliga á Norden Festival í Schleswig, har hon sambært FMX fekk sera góða móttøku frá týsku áskoðarunum. Reeperbahn Festival verður hildin 16.–19. september 2026.