Ongi úrslit

Leggur frá sær eftir avdúking

Epstein hótti hann til at geva avsláttur

Terje Rød-Larsen og Mona Juul
Jóhanna Højgaard
19. apríl kl. 15:36

Norski sendiharrin, Mona Juul, hevur lagt frá sær í norska uttanríkisráðnum. Tað veit norska TV 2 at siga frá í dag. Hettar hendir tveir mánaðir eftir avdúkingarnar um at Mona Juul og maður hennara, Terje Rød-Larsen, hava havt tætt samband við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Sonur teirra fekk eftir øllum at døma tað, sum Terje Rød-Larsen lýsir sum eina skammaleysa peningaupphædd í gávu frá Epstein.

Døgurða í marglætishúsinum hjá Jeffrey Epstein á Manhattan, vòru tey eisini bjóðaði til. Umframt tað, vitjaðu tey eisini á tí sum Terje í skjølunum kallaði tann undurfulla oyggjin, sum er oyggin har Epstein saman við øðrum, skal hava misnýtt ungar gentur og kvinnur.

Í skjølunum kom eisini fram, at kynsbrotsmaðurin hjálpti diplomatparinum við at fáa ein risa afsláttur á einari íbúð í Oslo.

Seljarin, reiðarin Morits Skaugen greiddi frá, at Epstein hótti hann til at geva avsláttur. Hann sigur at Epstein ávaraði hann um, at tað fór at gerast óhugnaligt, um hann ikki gekk við til tað.

Mona Juul leggur frá sær 1. mai.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

19 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47