Løgreglan leitar nú eftir einum, sum hevur snýtt føroyingar á internetinum.
Løgreglan sigur, at talan er um ein, sum hevur lýst eitt Playstation til sølu á Facebook fyri 3.500 krónur. Og tað eydnaðist eisini at fáa tvey fólk at flyta rinda fyri tað við at flyta pengar á eina kontu.
Ein triði var eisini í ferð við at flyta pengar fyri tað, men aftraði seg og læt so vera.
Løgreglan sigur, at talan er um svik, tí navnið, sum stendur undir lýsingini, er falskt og tað hevur ongantíð verið nakað Playstation til sølu.
Men løgreglan sigur, at tey hava eina hóming av, hvør svikarin kann vera og tey hava eisini leitað á onkrum bústøðum. Men tey hava ikki fingið fatur á viðkomandi enn, so tey halda fram at leita.