Populera songkvinnan framførir á festivalinum í Klaksvík í august
Lena Anderssen hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.
Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir.
Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.
Lena Anderssen er nú farin at geva sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir.
Lena Anderssen spælir saman við bólki á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.