Ongi úrslit

Leó pávi hevur fingið lungnakrabba: Læknar kanna, um sjúkan hevur breitt seg

Leó pávi XIV hevur fingið staðfest lungnakrabba og er skurðviðgjørdur í Róm. Skurðviðgerðin eydnaðist, men enn er óvist, um krabbin hevur breitt seg.

© Wikipedia.
Álvarslig sjúka hevur rakt Vatíkanið. Leó pávi XIV hevur fingið lungnakrabba og er skurðviðgjørdur í Róm. Nú kanna læknarnir, um sjúkan hevur breitt seg.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Leó pávi XIV hevur fingið staðfest lungnakrabba. Týsdagin varð 71 ára gamli pávin skurðviðgjørdur á Gemelli-sjúkrahúsinum í Róm, har læknarnir tóku niðara lungalappan í høgra lunga burtur.

Skurðviðgerðin tók 90 minuttir og gekk væl, upplýsir Vatíkanið sambært BBC.

– Skurðviðgerðin eydnaðist, og eingir trupulleikar stungu seg upp. Pávin vaknaði sum vanligt og varð fluttur aftur á sína stovu eftir stutta eygleiðing, sigur Vatíkanið.

Kanna, um krabbin hevur breitt seg

Læknarnir hava staðfest, at pávin hevur adenokarcinom, sum er eitt slag av lungnakrabba.

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP verða nú fleiri kanningar gjørdar fyri at staðfesta, um krabbin hevur breitt seg.

Vatíkanið upplýsti mikumorgunin, at pávin hevði havt eina friðarliga nátt á sjúkrahúsinum. Væntandi verður hann innlagdur í umleið eina viku.

Sunnudagin boðaði pávin sjálvur frá, at læknarnir høvdu funnið ein knykil í lunga hansara. Hann segði, at knykilin var væl avmarkaður og funnin tíðliga.

Stórur ótti millum katolikkar

Tíðindini hava skelkað katolikkar kring heimin.

Pietro Parolin kardinalur, ríkisskrivari Vatíkansins, viðgekk týsdagin, at hann var stúrin.

– Ja, eg eri stúrin, tí eg hevði als ikki væntað nakað slíkt, segði hann.

Allar almennar skyldur hjá pávanum eru avlýstar fram til 20. oktober, so hann kann koma fyri seg.

Í november ætlar hann sær til Latínamerika, har hann millum annað skal vitja Peru.

Í býnum Chiclayo, har hann áður var biskupur, biðja fólk nú fyri, at hann skjótt verður frískur aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

12 tímar síðan

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

9 tímar síðan