Ongi úrslit

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á tingi
1 tími síðan

Í Degi og viku fríggjakvøldið 20. november varð spurningurin settur, um hækkingin av inntøkumarkinum hjá lesandi sendir skeiv boð og eggjar teimum til at arbeiða meira enn gott er.

Tað varð ført fram, at lesturin krevur tíð, og at Fróðskaparsetrið hevur lagt fulltíðarlesnaðin til rættis sum eina arbeiðsviku á umleið 40 tímar.

Men sjónarhornið, at lesandi kunnu arbeiða í summarfrítíðini og kanska eisini um vikuskiftini, varð ikki tikið við. Sjálvandi er viðkomandi at hava hetta sjónarmiðið við. Hartil er ikki óvanligt, at røsk ung arbeiða meira enn 40 tímar um vikuna.

Eitt annað sjónarhorn ið ikki varð tikið við er lønarhækkanir og prísvøkstur. Løgtingið hækkaði markið fyri, nær lestrarstuðulin verður skerdur um tey arbeiða. Markið fór úr 20.000 upp í 30.000 krónur um mánaðin. Markið hevur staðið óbroytt síðani 2012, hóast lønir og livikostnaður eru hækkað munandi. Til dømis er sáttmála lønin hjá Føroya Arbeiðarafelag hækkað úr 113,79 krónum um tíman í 2012 til 165,96 krónur í 2026. Tað svarar til ein vøkstur á umleið 46 prosentum.

Triðja sjónarmiðið, sum ikki fekk pláss, er, at spurningurin ikki bara er, hvussu nógvar tímar lesandi arbeiða, men eisini hvat slag av arbeiði tey hava. Gransking bendir á, at eitt starv, sum er viðkomandi fyri útbúgvingina, kann hanga saman við betri lestrarúrslitum og geva góðar royndir, tá lesnaðurin er liðugur. Ein týsk kanning vísir til dømis eitt samband millum útbúgvingarviðkomandi arbeiði og betri próvtøl. Ein donsk kanning frá Aarhus Universiteti vísir harumframt, at útbúgvingarviðkomandi ella førleikakrevjandi lestrarstarv kann geva hægri inntøku og betri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Mínar persónligu royndir, bæði sum undirvísari og vinnulívsmaður, er, at lesandi, sum arbeiða við uppgávum, ið hava samband við útbúgvingina, ofta klára seg væl undir lestrinum. Men serliga síggi eg virðið, tá tey eru liðug at lesa og skulu fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Tey hava tá longu fingið royndir og kunnleika, sum gera skiftið frá lestri til arbeiðslív lættari.

Hækkingin av inntøkumarkinum er tí ikki ein áheitan á lesandi um at arbeiða meira. Hon er ein dagføring av einum marki, sum hevur staðið í stað í 14 ár. Tað er rímiligt, at bæði skattastigin og reglurnar fyri lestrarstuðul verða dagførd, tá lønir og prísir broytast.

Í samgonguskjalinum er ætlanin at dagføra skattastigan, so løntakarar ikki sjálvvirkandi fáa hægri skattaprosent, bara tí at lønin hækkar. Sama grundregla eigur at galda fyri inntøkumarkið hjá lesandi: karmarnir eiga at fylgja lønar- og prísvøkstrinum, so teir ikki við tíðini gerast ótíðarhóskandi.

Fróði Magnussen,
umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi

 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28