Löfven leggur frá sær fyrst í vikuni

Miðlaskrivarin hjá Stefan Löfven hevur váttað, at Löfven leggur frá sær sum forsætisráðharri fyrst í vikuni. Væntandi verður tað Magdalena Andersson, ið fer at loysa Löfven av, og verður hon allarhelst fyrsta forsætisráðfrú í Svøríki.

Kristian Waag Dam
8. november 2021 kl. 07:50

Mong vóru bilsin tá Stefan Löfven, forsætisráðharri í Svøríki, í summar boðaði frá, at hann legði frá sær sum forsætisráðharri og formaður í svenska Javnaðarflokkinum. Magdalena Andersson er nýggja forkvinnan í flokkinum, men skjótt skal næsti forsætisráðharrin eisini finnast og allarhelst verður tað eisini Magdalena Andersson.

Miðlaskrivarin hjá Löfven hevur váttað, at forsætisráðharrin leggur frá sær fyrst í næstu viku. Hetta kann merkja bæði mánadagin ella týsdagin, tískil er enn óvist, júst hvønn dag Löfven leggur frá sær. Stefan Löfven er 64 ára gamal og hevur verið forsætisráðharri síðani 2014 og formaður í Javnaðarflokkinum síðani 2012.

Á flokstingi seinasta hósdag í Gøteborg varð Magdalena Andersson vald at vera nýggja forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum. Sostatt er tað Andersson, ið fer at loysa Löfven av sum formaður í flokkinum.

Magdalena Andersson er 54 ára gomul, og er í løtuni fíggjarmálaráðfrú. Hon hevur røktað henda sessin í sjey ár. Fá vóru bilsin tá Andersson var vald sum nýggj forkvinna í flokkinum, tí allar floksdeildirnar høvdu tilnevnt Andersson sum nýggjan floksleiðara. Aftaná flokstingi boðaði Magdalena Andersson frá, at hon fór serliga at leggja dent á vælferð, veðurlagsbroytingar og at basa kriminaliteti, tey næstu árini.

Tað er uppgávan hjá talsmanninum at peika á eina nýggja forsætisráðfrú. Mett verður, at Löfven fer at boða formanninum í Ríkisdegnum, talsmanninum, frá fyrst í vikuni. Av tí at Andersson er nýggi floksleiðarin hjá svenska Javnaðarflokkinum, so er tað allarhelst hon, ið fer at taka yvir hjá Löfven sum forsætisráðharri í Svøríki. Verður Magdalena Andersson vald til forsætisráðfrúu, so verður hon hin fyrsta forsætisráðfrúan í svenskari søgu.