Ongi úrslit

LGBT+ í Føroyum: Framstig eru hend, men stór hol eru í verandi skipanum

Hóast týðandi framstig eru hend fyri LGBT+-persónar, so mangla Føroyar framvegis almennar skipanir, hagtøl og nøktandi viðgerðartilboð - serstakliga tá ið talan er um tvørkynd.

© Edmund Jacobsen.
Frá framløguni í Norðurlandahúsinum mikudagin 17. juni.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Føroyar hava framt fleiri týðandi lógarbroytingar, sum hava styrkt rættindini hjá LGBT+-fólki. Men grundleggjandi almennar skipanir, skipað vitan og nøktandi viðgerðartilboð mangla framvegis.

Hetta er ein av høvuðsniðurstøðunum í einari nýggjari frágreiðing frá NIKK (Nordic Information on Gender), sum lýsir lívskorini hjá LGBT+-fólki í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Frágreiðingin var løgd fram í Norðurlandahúsinum seinnapartin í dag.

Í Føroyum varð hjúnaband millum fólk av sama kyni loyvt í 2017. Í 2021 fingu foreldur av sama kyni somu rættindi sum onnur foreldur. Kortini vísir frágreiðingin, at Føroyar enn hava langt á mál.

Tvørkynd fólk eru serliga útsett

Sambært útgávuni eru tvørkynd fólk í einari serliga viðbreknari støðu. Í øllum trimum londunum er atgongdin til nøktandi viðgerð og hjálp avmarkað.

Samstundis mangla ofta greiðar ætlanir og almennir stovnar, sum hava ábyrgd av økinum.

– Fleiri lógarbroytingar um LGBT+-rættindi eru framdar seinasta áratíggið. Men tað er eisini greitt, at ávísar grundleggjandi skipanir og karmar mangla, sigur Fredrika Almqvist, verkætlanarsamskipari hjá NIKK.

Ov lítil vitan um føroysk lívskor

Ein afturvendandi trupulleiki er, at ov lítið er til av hagtølum og skipaðari vitan um lívskorini hjá LGBT+-fólki í Føroyum.

Hetta ger tað torførari at seta málrættað tiltøk í verk og at fylgja gongdini yvir tíð.

Tá almennar skipanir mangla, hava staðbundin LGBT+-feløg stóran týdning. Tey hava virkað fyri lógarbroytingum og stuðlað LGBT+-fólki. Nakað, ið LGBT+ Føroyar hevur arbeitt við leingi.

Norðurlendski LGBT+-grunnurin fer í 2026 at raðfesta verkætlanir, sum fevna um luttakarar úr Føroyum, Grønlandi ella Álandi. Endamálið er at styrkja rættindini og møguleikarnar hjá LGBT+-fólki.

Nýggja frágreiðingin kann heintast sum pdf her.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

2 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07