Hetta var eitt fínt lutakast. Tað sigur Viljormur Davidsen, liðskipari á føroyska landsliðnum.
Sum vit skrivaðu í áðni, skulu Føroyar spæla ímóti Georgia í dystinum um uppflýting í Nations League
Hann sigur, at tað er ikki so langt síðani, at vit spældu ímóti teimum í einum venjingardysti. Tá taptu vit 1-0, men støðan er ein onnur í dag.
– Tað er ikki tí at vit eru favorittar at vinna, men vit fara at taka av hesum søguliga møguleikanum, vit hava fingið og vit fara at gera alt, vit kunnu fyri at koma víðari, sigur hann.
Hann sigur, at tey hava spælt eitt gott lið saman og í roynd og veru er hetta kanska sterkasta landsliðið, vit hava havt.
Hann sigur, at liðið hevur nógva orku, huglagið er positivt og hann væntar, at við góðari hjálp frá áskoðarunum, fer tað at eydnast at vinna á Georgia.