Liljan Weihe, løgtingskvinna, hevur sett løgmanni ein skrivligan § 52a-fyrispurning um tænastuboð og eftirlit við landsstýrisfólki.
Málið snýr seg um tænastuboð, sum vórðu givin Búnaðarstovuni í sambandi við málið um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.
Liljan Weihe vil millum annað vita, um løgmaður metir tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin eftir neyva viðgerð hevur mett, at heimild ikki var fyri teimum.
Tænastuboðini vórðu tikin aftur
Bakgrundin er eitt svar frá 18. august. Har kom fram, at fyrisitingin í Vinnumálaráðnum eftir neyva viðgerð metti, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti.
Tænastuboðini vórðu tí tikin aftur. Landsstýrismaðurin gjørdi tó greitt, at hann var ósamdur við niðurstøðuna.
Í fyrispurninginum vísir Liljan Weihe eisini á, at landsstýrismaðurin í Degi & Viku 1. september varð endurgivin fyri at siga, at hann var til reiðar at geva tænastuboð aftur í málinum, hóast fyrisitingin metir, at heimild ikki er fyri hesum.
Vil hava løgmann at taka ítøkilig stig
Liljan Weihe spyr eisini, hvørji ítøkilig stig løgmaður hevur tikið ella ætlar at taka við støði í eftirlitsskyldu síni eftir § 33, stk. 3, í stýrisskipanarlógini.
Hon vil hava greiði á heimildarspurninginum og vita, hvussu løgmaður ætlar at tryggja, at óheimilað tænastuboð ikki verða givin.
Í fyrispurninginum vísir hon á, at løgmaður sambært stýrisskipanarlógini hevur skyldu at hava eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita síni málsøki lógliga og fullgott.
Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 4. september.