Ognarfelagið LÍV hevur kallað inn til eykaaðalfund 22. oktober, har fleiri broytingar í viðtøkunum skulu viðgerast.
Ein av mest týðandi broytingunum er, at limir í umboðsráðnum framyvir skulu hava fastan bústað í Føroyum.
Treytin skal vera lokin longu, tá valevnið boðar frá uppstilling, og hon skal galda alla tíðina, viðkomandi situr í umboðsráðnum. Fastur bústaður skal staðfestast við skráseting í Landsfólkayvirlitinum.
Flyting kann kosta sessin
Flytur ein umboðsráðslimur av landinum og hevur ikki longur fastan bústað í Føroyum, skal viðkomandi leggja sessin frá sær.
Sætið verður síðani sett eftir reglunum um, hvør var næstur at verða valdur á seinasta umboðsráðsvali.
Eisini henda reglan verður herd. Ein, sum var næstur vali, kann bara taka sæti í umboðsráðnum, um viðkomandi lýkur nýggju treytirnar um valbæri.
Umboðsráðsvalið verður elektroniskt
Ein onnur týðandi broyting er, at tað beinleiðis verður ásett í viðtøkunum, at umboðsráðsvalið skal fara fram elektroniskt.
Reglurnar skulu eisini áseta, hvussu samleikin hjá teimum, sum greiða atkvøðu, verður váttaður, og hvussu trygd og trúnaður verða tryggjað í sambandi við elektronisku atkvøðugreiðsluna.
Skulu viðtøkubroytingarnar samtykkjast, krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av umboðsráðslimunum eru umboðaðir, og at minst tveir triðingar av greiddu atkvøðunum eru fyri.
Eykaaðalfundurin verður í høvuðssætinum hjá LÍV í Tórshavn 22. oktober klokkan 12.30. Freistin at boða frá luttøku er 14. oktober klokkan 12.30.