Ein av mest umrøddu læknamálunum í nýggjari týskari søgu, fekk í dag sín dóm.
Læknin sum í týsku miðlunum kallast Johannes M. var dømdur fyri 15 dráp av sjúklingum, sum hann hevði ábyrgd av at hjálpa í teirra seinastu lívsfasu.
Offrini vóru 12 kvinnur og trýggjir menn í aldrinum frá 25 til 94 ár.
Sambært ákæruni hevði læknin givið teimum deyðiligar blandingar av heilivági undir heimavitjanum í tíðarskeiðinum 2021 til 2024.
Hann royndi tá eisini í nøkrum førum at seta eld á staðið fyri at dylja yvir sínar gerðir.
Rætturin metti, at talan var um serliga álvarsamar gerðir, og harvið var lívlangt fongsul dømt.
Eisini var avgjørt, at serlig álvarsom skuld skuldi staðfestast, og at hann skuldi trygdarvarðhaldast eftir at fongsulsrevsingin var áløgd.
Ákæruvaldið hevur sagt, at læknin misnýtti tað álit sum sjúklingarnir høvdu á honum, og at hann sjálvur tók avgerð um lív og deyða.
Johannes M. hevði frammanundan játtað 12 av teimum 15 drápunum.
Hann segði, at hann helt at hann fór at spara sjúklingunum líðing, men rætturin metti ikki hetta sum eina lógliga orsøk.
Málið kann tó fáa fleiri fylgjur, tí myndugleikarnir kanna nú fleiri onnur mál, har sami lækni kann hava verið innblandaður.