Fríggjakvøldið á Ljósfest heiðraði Vágs kommuna tríggjar vágbingar, sum hvør á sín hátt hava sett týðilig spor í lokalsamfelagnum.
35 ár í skótaarbeiðinum
Marita Vestergaard í Lágabø og Rúni í Lágabø vórðu heiðrað fyri stóra arbeiðið fyri Skótaliðið Royndina. Í umleið 35 ár hava tey staðið á odda fyri ungdómsarbeiðinum og hava eisini verið virkin í millum annað flaggdagshaldi, grækarismessuhaldi, Jóansøku og Ljósfest.
Vágs kommuna lýsir tey sum ósjálvsøkin og ótroyttilig í arbeiðinum fyri ungdómin og bygdina.
Slóðari í vinnulívinum
Heri Mørk Hjelm, sáli, varð heiðraður fyri sítt stóra íkast til vinnulívið í Suðuroynni. Hann stóð aftan fyri fleiri vinnuverkætlanir, millum annað innan alivinnu, smoltframleiðslu, kryvjing og royking, og var við til at skapa nógv arbeiðspláss.
Heri doyði, áðrenn heiðursløtan varð hildin, men kommunan valdi kortini at heiðra og minnast hann sum ein týðandi slóðara.