Ongi úrslit

Áhugin hjá Tvøroyrar Kommunu átti eisini at verið trivnaðurin hjá borgaranum á Tvøroyri og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan.

Livilig kor, nevndin
2 tímar síðan

Um vit líta aftur til 2020, gjørdu vestmenningar eina roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica, sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar, so hevði Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum gangi skuldu borgarar í Vestmanna ikki líða undir.

Bygdaráðið tók alt fyri eitt málið upp til viðgerðar og biðið varð um ljóðmátingar, ímeðan skipið lá við bryggju og fortreytirnar fyri at gera ljóðmáting av larminum vóru til staðar. Áðrenn úrslitið av kanningini var liðugt, bleiv avgerð tikin um at nokta slíkum órógvandi skipum at bryggju í Vestmanna.

Sostatt segði Vestmanna bygdaráð nei takk til inntøkur frá larmkeldum. Bygdarráðið í Vestmanna vísti, at málið er so sára einfalt. Tey lurtaðu nevnliga eftir sínum borgarum, gjørdu eina kanning og tóku eina avgerð. Áhugin er trivnaðurin hjá borgaranum í Vestmanna og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan.

Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar borgarar, sum kærdu sína neyð um skipalarm, ið elvdi til, at fólk ikki fingu náttarfrið, fingu borgarar á Tvøroyri gjøgnum almennu útvarpstíðindini boð um, at farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki hevði hildið meira gang, enn loyvt er. Hetta hóast skipið larmaði trífalt tað, sum okkara grannalond loyva í slíkum førum.

Á heimasíðuni svarar Tvøroyrar kommuna, at kommunan ikki fer at viðgera einstøk uppáhald ella kjaktræðrir á sosialum miðlum, men at borgarar og feløg altíð eru vælkomin at senda ítøkiligar fráboðanir beinleiðis til kommununa ella Tvøroyrar havn, so hesar kunnu viðgerast á einum fakligum og dokumenteraðum grundarlagi.

Tað má viðmerkjast, at Tvøroyrar kommuna er væl greið yvir, at hon hevur fingið klagur í posa og sekk í drúgva tíð og hetta kann prógvast á einum dokumenteraðum grundarlagi. Støðan á Tvøroyri í sambandi við skipalarmin frá farmaskipinum Silver Star er ikki eindømi. So seint sum í februar í ár, komu limir í Liviligum korum í neyð, tí felagið fekk upplýst, at skipalarmur ikki kundi klagast til kommununa, um skipini ikki lógu við kaikantin hjá Tvøroyrar kommunu.

Felagið fekk upplýst, at um skipini larmaðu við kaikantin hjá Varðanum Pelagic, mátti felagið klaga til Varðan Pelagic. Um skipini larmaðu við kaikantin hjá P/F Uppsjóvarhavn, so mátti klagan stílast hagar. Men um skipalarmur var við partin av kaikantinum hjá Tvøroyrar Kommunu, so lá hetta undir teirra ábyrgd. Hetta merkti, at borgarin á Tvøroyri, sum ikki fekk náttarfrið av skipalarmi, skuldi seta seg inn í tríggjar ymiskar klagumøguleikar viðvíkjandi skipalarmi. Afturat hesum var ein fjórði klagumøguleiki. Tað var, at dálking frá virkinum Varðanum Pelagic skuldi fráboðast Umhvørvisstovuni!

Umframt at stríðast við skipalarm í egnum heimum, mátti áhugafelagið Livilig kor fyrr í ár kontakta Umhvørvisstovuna fyri at kanna, hvør eftirlitsmyndugleiki var, í mun til hvør átti kaikantin. Umhvørvisstovan boðaði Tvøroyrar kommunu og áhugafelagnum Livilig kor frá, at Tvøroyrar kommuna er eftirlitsmyndugleiki - óansæð hvør eigur havnina/kaikantin.

Markvirði verður ásett av kommununum sjálvum

Aftursvarið frá Tvøroyrar kommunu um, at farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang, enn loyvt er, er prógv um vandan við núverandi markvirðum. Tað er harmiligt, at markvirðini verða brúkt sum umbering fyri at lata vera við at taka borgarar í álvara og gera nakað við trupulleikan.

Við hesum síggja vit avleiðingarnar av, at kommunurnar eru sín egni eftirlitsmyndugleiki. Og síðani kommunurnar sjálvar aktivt mugu hava eitt ynski um at betra um støðuna, so er støðan ójavnt býtt kommunurnar millum og borgarin situr máttleysur eftir.

Nú hevur Tvøroyrar kommuna alment meldað út, at teir hava kannað støðuna og staðfesta, at einki er áfatt og teir kunnu sostatt, sambært reglunum, sum kommunurnar sjálvar hava ásett, halda áfram við sínum virksemi ótarnað. Hetta gevur somuleiðis eitt greitt tekin til onnur um, at onki hald er í klagunum um larm.

Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men tað er bara Landsstýrið, sum kann gera nakað við tað. Um Landsstýrið ikki tekur hesa uppgávuna frá kommununum, verður hetta ein kampur, sum heldur fram.

Tvøroyrar kommuna kundi handfarið málið fyrimyndarliga eins og borgarstjórin í Vestmanna kommunu í 2020 – um áhugin var trivnaðurin hjá borgarunum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

16 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31