Íslendskir sjómenn krevja munandi betri treytir undan komandi loðnufiskiskapi, eftir at nýtt kjak er kyknað um stóra prísmunin millum Føroyar og Ísland.
Sjómannasamband Íslands boðar frá, at um endaligu uppgerðartølini ikki geva sjómonnum nøktandi avrokningarprísir, verður mælt til at siga galdandi prísavtalur upp fyri uppsjóvarfisk og krevja ein hægri rávørupart í framtíðini.
Sambært felagnum hevur verið upplýst á íslendska tinginum, at prísurin á loðnu í Føroyum skal hava verið upp til tríggjar ferðir hægri enn í Íslandi.
Felagið leggur tó dent á, at endaliga uppgerðin fyri íslendsku sjómenninar enn ikki er liðug, og at nógv minni nøgd varð landað í Føroyum, sum kann hava ávirkan á prísstøðið.
Sjómenn bíða eftir endaliga roknistykkinum
Sambært Sjómannasambandinum vórðu umleið 151.000 tons av loðnu veidd í Íslandi á vertíðini. Við einum miðalprísi á umleið 80 íslendskar krónur fyri kilo hevði samlaða veiðivirðið verið um 12 milliardir íslendskar krónur.
Umroknað til danskar krónur svarar tað til umleið 600 milliónir DKK.
Felagið vísir á, at hevði føroyska prísstøðið verið lagt til grund, hevði samlaða virðið sambært teirra útrokning verið um 35 milliardir íslendskar krónur – svarandi til umleið 1,75 milliardir DKK.
Sjómannasambandið staðfestir tó, at hetta er eitt roknidømi og ikki ein endalig samanbering. Sambært teimum er talan um tøl, sum í ávísan mun byggja á almenna kjakið og umrøðu í miðlunum.
Spurningurin um býtið av virðunum
Í frágreiðingini sigur felagið, at kjarnin í kjakinum ikki bara snýr seg um loðnu, men um, hvør veruliga fær virðini úr felags tilfeinginum.
Felagið setir spurning við, um íslendski prísurin veruliga endurspeglar marknaðarvirðið, ella um partur av virðunum flytur seg í skipanini, áðrenn avroknað verður til sjómenn.
Felagið krevur størri gjøgnumskygni, og halda, at sjómenn eiga at fáa sín rættvísa part av virðunum.