Ongi úrslit

Lógaruppskot skal lata upp fyri MobilePay og Vipps: Føroyingar kunnu fáa fleiri gjaldstænastur

Føroyingar kunnu fáa atgongd til gjaldstænastur, sum í dag eru tøkar í Danmark. MobilePay og Vipps verða nevnd sum dømi.

© MobilePay.
Vinnumálaráðið nevnir MobilePay (avmynda) og Vipps sum dømi uppá komandi gjaldstænastur.
Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar. Uppskotið skal gera tað møguligt hjá føroyingum at fáa atgongd til allar viðkomandi gjaldstænastur, sum eru tøkar í Danmark.

Talan er bæði um danskar loysnir og loysnir úr øðrum ES- og EFTA-londum. Vinnumálaráðið nevnir MobilePay og Vipps sum dømi.

Veitarar fáa lættari atgongd
Sambært Vinnumálaráðnum hava veitarar av gjaldstænastum higartil ikki verið sinnaðir at bjóða loysnir sínar í Føroyum, tí føroyski marknaðurin er lítil.

Við lógarbroytingini kunnu útlendskir veitarar, sum longu virka í Danmark og eru góðkendir í ES ella EFTA, virka í Føroyum uttan serstakar skipanir og loyvi.

Kann lætta um gerandisdagin
– Tað er gleðiligt, at vit skjótt kunnu fáa atgongd til framkomnar gjaldstænastur undir tryggum og skipaðum kørmum, sigur Jacob Vestergaard.

Hann sigur, at tænasturnar kunnu gera gerandisdagin lættari hjá bæði vinnulívinum og føroyingum.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13