Í dag frættist, at trý fólk lótu lív í vanlukku við íslendska fiskiskipinum Jökull. Í hesum sambandi hevur løgmaður, Beinir Johannesen, sent samkensluskriv til íslendska forsætisráðharran, Kristrún Frostadóttir.
Í skrivinum ber løgmaður familjum og avvarðandi sína djúpastu samkenslu.
Eisini staðfestir løgmaður, at í hesi sváru stund standa vit í Føroyum saman við íslendsku tjóðini í sorgini.
Les skrivið niðan fyri.
