Ongi úrslit

Løgmaður vitjaði Herbergið: Vil styrkja arbeiðið móti rúsevnismisnýtslu

Beinir Johannesen fekk innlit í arbeiðið á Herberginum og hitti eisini fólk, sum nýta tænasturnar á staðnum.

© Løgmansskrivstovan.
Beinir Johannesen, løgmaður, vitjaði Herbergið, har hann hitti leiðsluna og nøkur av teimum, sum nýta tænasturnar.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Beinir Johannesen, løgmaður, vitjaði Herbergið, har hann hitti leiðsluna og nøkur av teimum, sum nýta tænasturnar.

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, greiddi løgmanni frá virkseminum og arbeiðinum við at hjálpa fólkum, sum eru í truplum lívsstøðum.

Vil hoyra, hvat skal til

Undir vitjanini legði løgmaður dent á týdningin av arbeiðinum at basa rúsevnismisnýtslu.

– Tað er umráðandi hjá mær at vitja støð, sum geva eitt veruligt innlit í bæði áhugaverdar og øðrvísi mannalagnur, segði Beinir Johannesen.

Hann vísti samstundis á, at vitjanir av hesum slag geva honum høvi at hoyra, hvør hjálp og hvørji átøk kunnu gera mun.

Hevur størri ábyrgd sum løgmaður

Beinir Johannesen segði, at hann sum løgmaður hevur fingið størri ábyrgd og fleiri møguleikar at seta átøk í verk.

– Samstundis vil eg hoyra, hvat skal til fyri at hjálpa, serliga nú eg sum løgmaður havi størri ábyrgd og møguleikar at seta átøk í verk, segði hann.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30