Í ár var tann fyrsti rættiliga stormurin hendan veturin og tað merktist kring landið.
Løgreglan sigur, at tilsamans varð ringt til tey 51 ferðir at boða frá skaða. Men veruliga talið á skaðum er uttan iva væl hægri tí nógv ringja beinleiðis til tryggingina og onnur ringja beinleiðis til lokalu bjargingarfeløgini.
Men løgreglan sigur, at tað hendi skaðar um alt landið, heilt úr Suðuroynni til Norðoyggjar, og eisini í Vágum.
Løgreglan sigur, at tey fyrstu fólkini ringdu inn klokkan 12.40 og so varð ringt alla tíðina til klokkan 16.04. Frá klokkan 16.04 til klokkan 18.01 ringdu bara tvey fólk, men so harðnaði stormurin aftur og til klokkan 01.10 í nátt ringdi telefonin ofta.
Løgreglan sigur, at helvtin av fráboðanum snúði seg um tak, ryggásir og takskegg, sum vóru loysna, ella sum vóru við at loysna.
Løgreglan sigur eisni at í nøkrum førum eru rútar farnir ígjøgnum tí okkurt feyk í tey. Tað regnaði eisini illa og eini fýra - fimm fólk ringdu um vatnskaðar inni tí vatn var komið inn uttaneftir.
Løgreglan sigur at onkrir altanar fóru eisini og somuleiðis varð onkur viðfestisvognur tikin.
Onkrir stórir skaðar vóru eisini tí á Skála vórðu eini seyðahús tikið og rakti eini hús og í Hvannasundi fór eitt neyst, alt sum tað var.
Í Hvalvík fór takið á einum virkisbygningi og takplátur fuku runt í vindinum og tað fekk løgreglan at heita á fólk um at halda seg innandura.
Í Christianskirkjuni er stórt umvælingararbeiði og har mátti bjargingarlið at tryggja byggipallar og annað
Og báði á Funningsvegnum og í Fuglafjørði lupu skriður á vegin so at teir máttu steingjast eitt skifti. Annars var so nógv vatn á vegnum ymsastaðni, at tað kravdi varsemi av teimum, sum koyrdu har.