Ongi úrslit

Løgreglan viðgongur: Ov fá starvsfólk seinkaðu Bakkafrost-málinum

Starvsfólkatrot hjá ákæruvaldinum hevði við sær, at partar av Bakkafrost-málinum fyrndust, áðrenn løgreglan var liðug við kanningina.

© Føroya Politi.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroya Politi staðfestir nú, at vantandi starvsfólkaorka hjá ákæruvaldinum var ein av orsøkunum til, at viðgerðin av málinum um Bakkafrost dró út.

Hetta fekk álvarsligar avleiðingar. Nøkur viðurskifti vóru longu fyrnd, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan meldaði tey. Onnur fyrndust, meðan løgreglan kannaði málið.

Tað kemur fram í svari frá donsku stjórnini til ein skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni fyri Tjóðveldi.

Ákæruvaldið raðfesti onnur mál fremst

Bakkafrost-málið fevndi um fleiri fráboðanir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan lat løgregluni í einum tíðarskeiði á umleið tvey ár. Fráboðanirnar snúðu seg um møgulig brot á fleiri ásetingar í serlóggávuni.

Í februar 2026 slepti ákæruvaldið fleiri pørtum av málinum. Orsøkin var, at mett varð, at neyðugu prógvini ikki kundu leggjast fram.

Neyðugt var at raðfesta ávís mál

Føroya Politi vísir eisini á, at málið var bæði umfatandi og torført at kanna. Samstundis var støðan hjá ákæruvaldinum av ymiskum orsøkum merkt av vantandi starvsfólkaorku.

Tí vórðu mál um brot á revsilógina, millum annað persónsvandamikil brotsverk, í ávísum førum raðfest fram um mál um brot á serlóggávuna.

Ákæra varð kortini reist móti Bakkafrost 13. apríl 2026 fyri brot á kunngerðina um flutning av alidjórum. Málið bíðar nú eftir at verða sett á skrá í Føroya Rætti.

Samherji-málið framvegis ikki liðugt

Málið um feløg við tilknýti til íslendska fiskivinnufelagið Samherja er framvegis til kanningar.

TAKS meldaði málið 13. apríl 2021. Meira enn fimm ár seinni kannar Føroya Politi málið framvegis. Eingin meting verður givin av, nær kanningin verður liðug.

Hinvegin er ákæra reist í málinum um Effo. Dátueftirlitið meldaði felagið 1. mai 2024 fyri brot á dátuverndarlóggávuna. Ákæra varð reist 22. mai 2026, og eisini hetta málið bíðar eftir at verða sett á skrá í Føroya Rætti.

Ákæruvaldið verður nú styrkt

Sambært nýggju fíggjaravtaluni fyri løgregluna og ákæruvaldið fyri árini 2026–2030 skal ákæruvaldið hjá Føroya Politi styrkjast við tveimum royndum ákærum. Harumframt skulu fýra ársverk setast av til millum annað arbeiðið við viðbreknum brotsoffrum, fyribyrging og kanning av KT-tengdum brotsverkum.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

Bønarløta á Oyggjarvegnum

6 tímar síðan

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30