Ongi úrslit

Løgtingið skal ikki seta hjálpartiltøk í verk hvørja ferð prísirnir hækka

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 10:03

Tað er nú greitt, at Løgtingið fer ikki at samtykkja uppskotið frá Tjóðveldi og Sjálvstýrið um at hækka ferðastuðulin fimm krónur um dagin restina av árinum fyri at leggja upp fyri, at oljan er blivin so dýr.

Men tá ið hvørki samgongan, ella Framsókn taka undir við tí, kann uppskotið ikki verða samtykt.

Bæði samgongan og Framsókn vísa á, at landskassin hevur longu brúkt 20 milliónir upp á at taka mvg av bensini og diesel í tríggjar mánaðir í summar. Tí vilja tey ikki áleggja landskassanum eina útreiðslu afturat beint nú.

Tey í samgonguni halda ikki, at Løgtingið skulu seta tiltøk í verk fyri at hjálpa fólki hvørja ferð prísirnir hækka.

Landsstýrið eigur harafturímóti at fylgja við gongdini og meta um, nær tað er neyðugt at seta átøk í verk, sigur samgongan.

Annars er støðan tann, at í dag er prísurin á bensini og diesel hægri enn hann var tá ið mvg varð strikað í eina tíð fyrr í summar.

Men samgongan vísir á, at prísirnir á altjóða marknaðinum er lægri nú, enn teir vóru tá og tí er ikki óhugsandi, at prísirnir í Føroyum eisini fara at lækka nakað.

– Útlit eru tó fyri, at oljuprísirnir í eina tíð fara at verða hægri enn teir vanliga eru, sigur samgongan.

Tey halda eisini, at tað er eitt sindur órættvíst at hækka ferðaavgjaldið. Tað eru tey, sum hava minst 15 kilometrar til arbeiðis, ella 30 kilometrar aftur og fram, sum kunnu fáa ferðastuðul.

Í hesum førinum fáa øll stuðul, eisini tey sum hava elbil ella brúka Bygdaleiðir, og tí ikki hava øktar útreiðslur orsaka av høgu oljuprísunum.

– Tað vil siga, at ein sum koyrir 29 kilometrar um dagin við bensinbili, fær einki, meðan ein sum koyrir 30 kilometrar í elbili, fær fimm krónur eyka um dagin.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur upplýst, at landsstýrið fylgir gongdini í oljuprísunum, tí heldur verandi gongd fram, er vandi fyri, at aðrar vørur eisini fara at dýrka.

Nýggjasta prístalið er frá juni, og hon vísir, at hetta seinasta árið hevur prísvøksturin verið 2,4 prosent, og tað er ikki ein óvanligur prísvøkstur, sigur samgongan.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01