Brotsverk ímóti børnum skulu revsast harðari. Tað heldur Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.
Revsingin fyri at gera seg inn á børn, so sum barnaporno, neyðtøka, grooming, samlega við barn undir 15 ár, blúnisbrot, avnoyðsla og hóttanir, myndatøka uttan loyvi, og siðamisbrot, kann ikki sigast at vera serliga høg, heldur løgtingskvinnan.
Tí spyr hon Bein Johannesen, løgmann, um Landsstýrið hevur nakrar ætlanir um herða revsingina fyri lógarbrøt ímóti børnum.
Og eru nakrar ætlanir á tí økinum, vil løgtingskvinnan hava løgmann at greiða frá, hvat liggur í kortunum.
Selma Fía Nielsen vísir eisini á, at fyrningarfreistir verða ásettar alt eftir, hvussu hørð revsingin kann verða. Og av tí at revsingin fyri barnaporno er so lin, fyrnast hesi málini skjótari enn onnur lógarbrot, sigur hon.
– Tá ið tað hinvegin snýr seg um lógarbrot í sambandi við rúsevni, eru dómarnir í Føroyum munandi harðari enn dómar fyri sama slag lógarbrot í Danmark.
Tað er tí at mett verður, at rúsevni hava størri og skaðiligari ávirkan á eitt lítið samfelag.
– Tá fólk gera seg inn á børn í Føroyum, er offrið enn meira viðbrekið, tí samfelagið er so lítið, og vitanin um eitt offur hongur ofta við í samfelagnum restina av lívinum, sigur Fía Selma Nielsen.
Tí vil hon eisini hava at vita um løgmaður heldur, at brotsverk ímóti børnum í einum lítlum samfelagi, skulu revsast harðari, enn í størri samfeløgum.