Løgtingskvinnan Fía Selma Nielsen vil hava at vita, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa rottutýningina í Føroyum saman við kommununum.
Í einum skrivligum fyrispurningi til Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, spyr hon, um landsstýrið ætlar at taka stig til eina samskipaða rottutýning saman við kommununum.
Heldur ikki, at kommunurnar megna uppgávuna
Kommunurnar hava í dag ábyrgdina av rottutýningini. Men í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst á, at tað ikki sær út til, at kommunurnar megna uppgávuna at týna rottuna í Føroyum.
Fía Selma Nielsen vísir á, at Føroyar hava eitt avmarkað landøki, og tí átti tað at verið gjørligt at týnt rottuna við einum felags átaki hjá landi og kommunum.
Rottan kann gera stóran skaða á fuglalívið
Í fyrispurninginum verður rottan lýst sum eitt skaðadjór, ið kann gera óbótaligan skaða á føroysku náttúruna, serliga fuglalívið. Rottan kann leggja seg í fuglabjørg og fuglabøli og eta fuglaegg.
Harumframt kann rottan gera stóran materiellan skaða, eitt nú á ravmagnsútgerð og spillivatnskipanir. Hon kann eisini bera smittu millum menniskju og djór og frá djórum til menniskju.
Í Føroyum er tað serliga brúna rottan, sum nervar náttúru og menniskju. Sambært fyrispurninginum verður hon kynsbúgvin, tá ið hon er millum átta og 12 vikur gomul. Hon leggur tvær til sjey ferðir um árið og fær einar átta til tíggju ungar hvørja ferð.
Fía Selma Nielsen spyr eisini, hvørja ávirkan rottufríar Føroyar høvdu havt á fuglastovnarnar og burðardygdina í føroysku náttúruni annars.