Ongi úrslit

Løgtingslimir samdir um at herða revsingina fyri kynslig brotsverk

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Revsingarnar fyri kynslig brotsverk eru alt ov linar.

Tað er teir løgtingslimir úr øllum flokkum rættiliga samdir um. Hendan dagin umrøddi Løgtingið eitt uppskot frá Sjálvstýri, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkinum um at Landsstýrið skal leggja eina heildarætlan fyri at fyribyrgja og basa kynsligum brotsverkum.

Í hesum sambandi tóku fleiri løgtingslimir úr øllum flokkum orðið, og teir eru samdir um, at revsingarnar fyri kynslig brotsverk, serliga ímóti børnum, eru alt ov linar.

Nakrir tinglimir førdu fram, at revsingingarnar eru so linar, at tað skalar rættvísiskensluna hjá fólki, tí tær standa verri enn so mát við tað álvarsliga brotsverk tað er at gera seg kynsliga inn á fólk, serliga børn.

Og onkur helt enntá, at revsingarnar eru so linar, at tær kunnu elva til sjálvtekt og at fólk bara fara at taka sakirnar í egnar hendur.

Vandi er fyri, at fólk kunnu hugsa sum so, at tá ið rættarskipanin ikki revsar tey, sum fremja kynslig brotsverk, mugu tey bara gera tað sjálvi, helt onkur tinglimur.

– Tað er eingin samanhangur ímillum álvarsemi í brotsgerðini og revsingini, eru tinglimir samdir um.

– Revsingarnar eru so linar, at tað kann geva almenninginum eina fatan av, at vit ikki taka hesi sløgini av brotsverkum í serliga stórum álvara, halda tingfólk.

Onkur hevði illgruna um, at orsøkin til at revsingarnar eru so linar er, at onkusvegna hava kynslig brotsverk verið sosialt góðtikin í samfelagnum.

Og tað undrar tingfólk, at revsingarnar eru so linar tí annars eru revsikarmarnir rættiliga harðir. Fyri tey álvarsligastu kynsligu brotsverkini er revsikarmurin heilt upp í 12 ára fongsul.

Men veruleikin er,at revsikarmurin verður ikki brúktur, tí revsingirnar eru so lágar, at vit kunnu fáa eina fatan av, at vit taka hetta ikki í álvara, halda tinglimir.

Tinglimir halda eisini, at fyrningarfreistirnar fyri kynslig brotsverk eiga at verða strikaðar. Men so vóru tað eisini summi sum førdu fram, at tey, sum fremja kynslig brotsverk, eiga eisini at fáa hjálp eitt nú skulu tey fáa viðgerðardómar ístaðin fyri bara fongsulsdómar.

Men samstundis er semja eisini um, at talan kann ikki bara vera um revsingar, tí fyribyrging má eisini vera ein týðandi partur av málinum og tí eiga vit at fáa eina nýggja heildarætlan á økinum.

Vit hava eina heildarætlan, men hon er frá 2015 og tað er ómetaliga nógv hent síðani tá, serliga á talgilda økinum og í dag fara nógv kynslig brotsverk fram á internetinum.

Beinir Johannesen, løgmaður sigur, at revsikarmarnir fyri kynslig brotsverk eru millum teir strangastu í revsilógini yvirhøvur og samstundis eru fyrningarfreistirnar eisini tær longstu í revsilógini.

Fyri kynslig brotsverk ímóti børnum er fyrningarfreistin 15 ár, eftir at viðkomandi er fyltur 21. Sostatt kunnu tey, sum eru fyri kynsligum brotsverkum sum børn, melda heilt til tey fylla 36.

– Men tess longri fyrningarfreistirnar eru, tess verri eru brotsverkini at prógva og tí eru tað nógv, sum halda, at tað er ikki rætt at avtaka hana heilt, sigur Beinir Johannesen.

– Eg haldi sjálvur av revsingin skal vera hørð og hann sigur, at tað er eisini ein spurningur, sum er til viðgerðar í landsstýrinum.

Men tann besti hátturin er fyribyrging og upplýsing, so samstarv ímillum heim og skúla sigur løgmaður.

Mest lisið hesa vikuna

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

Í gjár kl. 11:03